Vinna

Atlantic Airways gjørt samstarvsavtalu við AirFrance-KLM

...

2018-07-02 08:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Atlantic Airways hevur júst gjørt eina samstarvsavtalu við stóra franskt/hollendska flogfelagiðAirFrance-KLM, sum vil styrkja um sína støðu í Føroyum. Talan er um eina sokallaða interline-avtalu. 

Við avtaluni gerast Føroyar meiri atkomuligar fyri ferðafólkum úr 314 ymsum ferðamálum í 116ymsum londum, og Atlantic Airways kann sostatt taka uppaftur størri lut í menningini av føroyskariferðavinnu við at bjóða einum stórum marknaði av útlendskum ferðafólkum lættari og betri atgongdtil Føroyar. 

Hjá AirFrance/KLM fegnast tey um møguleikan at kunna bjóða sínum ferðandi Føroyar sum ferðamálvið øllum tí vakra, ið okkara land hevur at bjóða. 

???Føroyar eru í eini jaligari menning, og tí vilja vit fegin vera ein partur av og stuðla. Tí gera vit taðlættari at ferðast til hetta væl umtókta ferðamálið. Okkara fráferðir hóska væl bæði til teirra, sumferðast í arbeiðsørindum og til teirra, ið vilja uppliva Føroyar og frálíku, føroysku náttúruna,??? sigurAnita Wagner Feddersen, landastjóri í AirFrance-KLM í Danmark. 

Føroyingar fáa sjálvandi eisini ágóða av avtaluni, sum økir um møguleikarnar hjá føroyingum atferðast út í heim ??? bæði til gaman og í vinnuligum ørindum. 

???Vit eru sera fegin um nýggja samstarvið við AirFrance-KLM, tí við henni knýta vit Føroyar í eitt stórt,altjóða netverk av ferðamálum í øllum heiminum og gera Føroyar uppaftur meira atkomuligar,??? sigurJóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. 

KLM flýgur 48 ferðir um vikuna úr Amsterdam til Keypmannahavnar, 35 ferðir til Billund og 27 ferðirtil Aalborg. Air France hevur 14 fráferðir um vikuna úr Billund til París og 35 fráferðir um vikuna úrKeypmannahavn til París. Harumframt eru eisini góð sambond víðari við AirFrance-KLM ferðamál úrbæði Bergen og Edinburgh, hagar Atlantic Airways eisini flýgur beinleiðis

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder