2018-06-14 11:01

Atlantic Airways hevur júst fingið limaskap í IATA (the International Air Transport Association). IATAer ein vinnufelagsskapur fyri flogfeløg, og í løtuni eru uml. 290 flogfeløg umboðandi 117 lond limir ífelagsskapinum. T.e. uml. 82% av allari flogvinnu í heiminum.
Høvuðsendamálið hjá IATA er at verða fremst í virðisskapanini av trygd og burðardyggari flogvinnu.IATA umboðar, ráðgevur og stendur fyri leiðbeiningum og standardum til vinnuna.
Atlantic Airways fegnast um limaskapin, tí við limaskapinum fær felagið atgongd til eitt altjóðanetverk, sum gevur nýggjar møguleikar fyri at samstarva við onnur flogfeløg, soleiðis at AtlanticAirways røkkur enn longur út í heim.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald