Mentan

At liva við autismu

...

2016-12-08 20:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út upprunaføroyska bók um at liva við autismu.

Høvundurin er Birita Michelsen, sum býr í Sørvági.

Birita hevur skrivað um sítt lív, sum á mangan hátt er øðrvísi í mun til lívið hjá flestu okkara. Birita hevur nevnliga autismu.

Bókin er skrivað yvir fleiri ár. Hon byrjar í 2009 og endar í 2016. Hon er sett saman av dagbókabrotum, sangum, matuppskriftum, men serliga av frásøgum um, hvussu tað er at liva sum ung kvinna við autismu. Hvørjar avbjóðingarnar kunnu vera, og hvussu trupult lívið kann vera. Hon er eisini um alt tað positiva í lívinum, kærleikan til familjuna, hjálparfólk, sum Birita er blivin góð við, tónleikin, bøkurnar, handarbeiðið. Birita hevur ein heilt serligan tóna í skriving sínari, hon er skemtingarsom, men eisini djúpt álvarsom.

Hetta er ein bók, sum vit øll kunnu læra ein hóp av at lesa!

Herdis Solveig Tyrer hevur teknað myndirnar í bókini. Herdis arbeiðir sum tatovørur í Liverpool, og tekningarnar hava brá av hesum.

Perman ímyndar júst hetta, sum nógv av okkum hava upplivað sum børn, tá vit síggja eina lítla rivu í tapetinum: trongdina eftir at sleppa at skræða. Men sum heitið eisini sigur: undir tí normala fjalir seg tað viðbrekna.

Bókin er 110 bls. og er heft við klaffum. Hon er egnað til ung og vaksin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder