2014-11-05 20:15
![placeholder](https://jn.fo/css/img/banner2x1.png)
Danska uppisjóvarskipið, ið sviar eiga landar 1300 tons av sild til Faroe Pelagic í Kollafirði. Astrid hevur roynt norðanfyri Føroyar hendan túrin.
Teir verða lidnir, at landa Astrid í morgin og tá fer Astrid aftur til fiskiskap norðanfyri eftir sild. Teir hava umleið 1000 tons eftir av kvotuni, verður upplýst fyri Portalinum í dag.
Tey 1000 tonsini av sild verða eisini landað til Faroe Pelagic í Kollafirði, tað skrivar portal.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald