
Eyfinnn Magnussen skrivar:
Teir seinastu dagarnar hava vit hoyrt nóg um áseyðatalið í Føroyum. Summir siga, at tað er og høgt, aðrir hald ikki.
Fyri at kunna viðgera hetta evnið á ein skilagóðan hátt, er neyðugt at vita HVUSSU ST??RT áseyðatalið er kring landi. Men hetta grundfakta tekur ongin upp á tunguna.
Á fyrru myndini niðanfyri er eitt kort, sum Umhvørvisstovan hevur gjørt. Kortið vísir, hvussu stórt áseyðatalið er per kvadratmetur í hvørjum haga. Á kortinum sæst, at har minst er á eru:
- 9 ær per kvadratkilometur.
har mest er,eru:
- 172 ær per kvadratkilometur.
Áseyðatali er sostatt rættuliga ymiskt, og tí kunnu vit ikki tosa um áseyðatalið í Føroyum sum einnstáttaður massi, men mugu hyggja eftir hvørjum øki sær.
Hin myndi vísir áseyðatalið er per mørk í hvørjum haga. Tá er munurin ikki so stórur, men hann er framvegis har.
Fleiri upplýsningar finnast á heimsasíðuni hjá Umhvørvisstovuni, á leinkinum:
http://us.fo/Default.aspx?ID=13893
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald