Mentan

Arthur og konan Karen vitja javnan í Føroyum

...

2016-06-26 10:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Arthur James Jacobsen Steer og konan Karen vitja javnan í Føroyum. 

Arthur er sonur Lillian Jacobsen f. 1925 úr Sørvági, Lillian var dóttir Johan Elias Jacobsen - róptur Keldu-Lias og Elsebeth Nicolinu Mariu Weihe úr Sørvági.

Nógvar vágagentur giftust við bretskum hermonnum - Lillian var ein teirra og systurin Emly giftist eisini til Bretlands.

Lillian flutti til Bretlands í 1943 - bert 18-ára gomul, hon fór til Brertlands við herskipi saman við manninum Charles Steer, tey settu búgv í Somerset.

Sonurin Arthur varð føddur 19. juli 1944. Hann og konan Karen vitja javnan í Føroyum, Leygardagin løgdu tey blómur á grøvina hjá Lillian í Sørvági.

Lillian doyði í 1998. Urnan er grivin í Sørvági millum foreldur hennara Elias og Elsbu.

Emly, sum var systir Lillian, ið eisini giftist til Bretlands, doyði í 1996, hon er grivin í Bretlandi.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder