Mentan

Ársins róykfríi skúli kosin

...

2017-12-21 16:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað var 8.a í Vágs skúla, sum vann kappingina Ársins roykfríi skúli 2017.

Vinningurin, ein bragdadagur, har flokkurin sleppur at síga og fremja onnur brøgd, varð handaður í gjár í Vágsskúla.

Tað var skúlastjórin John Henrik Holm, sum handaði heiðursplátuna. John Henrik Holm situr sjálvur í Fólkaheilsuráðnum, so hann hevði tikið ráðslims hattin á í gjár, umframt at hann er skúlastjóri í Vági.

Hýrurin var góður á næmingum og lærarum; skúlastjórin ynskti flokkinum og skúlanum til lukku. Flokslærarin hjá 8.a, Diana Müller, var ógvuliga fegin um at flokkurin, sum hevði kappast fleiri ferðir um heitið, endiliga hevði vunnið. Handaða silvurplátuna við áskriftini ???Ársins roykfríi skúli 2017???, kemur at hanga í Vágs skúla og fer at minna á tann góða roykfría vegin???.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder