Mentan

Ársins leiðarar 2020

...

2020-02-01 15:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroya biskupur, Jógvan Fríðriksson er ársins leiðari innan tað almenna.

Tað varð kunngjørt á leiðaradegnum, sum fyritøkan Synergi, skipar fyri á Hotel Føroyum í gjár.

Bispur er fólksligur og fyrikomandi, og hóast dulur, eru evnini at lurta góð, ljóðaði millum annað í grundgevingini, sum vísti á, at bispur hevur orðið í sínimakt, vísir tolsemi í sínum starvi og dugir væl at vegleiða sínum starvsfólki.

Eisini dugir hann at hyggja aftureftir, tá hann setir kósina frameftir og megnar at seta kós trygt fram á leið.

Árni Jacobsen, verkfrøðingur og stjóri í ráðgevandi verkfrøðingafyritøkuni er ársins leiðara innan tað privata økið.

SMJ er ein 50 ára gomul fyritøka, sum ráðgevur innan nógv ymisk økir. Sofus Jacobsen stovnaði fyritøkuna, og Árni Jacobsen tók yvir sum stjóri í 2003, tá Sofus doyði.

Í grundgevingunum varð millum annað sagt, at Árni Jacobsen hevur skapt eitt arbeiðspláss har nøgdsemið er stórt hjá starvsfólkunum. Fyritøkan hevur greið virði, er í vøkstri, væl rikin og konsoliderað við góðum úrslitum, og er tann størsta av sínum slag í Føroyum.

Árni Jacobsen dugir at seta sær mál, og arbeiðir miðvíst og ágrýtin eftir hesum málum, sum nú eisini hevur ført við sær, at SMJ nú eisini virkar uttan fyri landoddarnar.

Hini bæði innstillaðu til ársins leiðarar eru Fróði Clementsen og Sunneva Háberg Eysturstein.

Kelda: Portal.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder