Vinna

Ársfrágreiðing frá Landsverki

...

2013-07-22 16:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Ársfrágreiðingin hjá Landsverki fyri 2012/13 er nú komin.

Eins og flestu undanfarnu ár, hevur seinasta árið verið sera spennandi og hendingaríkt fyri Landsverk og virkisøkini hjá stovninum. Størsta føroyska verkætlan higartil, Skúladepilin við Marknagil, er umsíðir farin í gongd. Stór um- og útbygging fer fram á Landssjúkrahúsinum yvir eitt longri áramál, eins og nýggj farleið til Viðareiðis stendur fyri durum. Síðst, men ikki minst, hevur verkætlanin við einum komandi undirsjóvartunli undir Skálafirði og Tangafirði fylt nógv seinasta hálva árið.

Sum ein av landsins størstu og mest sjónligu stovnum, hevur Landsverk nógvar týðandi uppgávur um hendi. Hóast tað í høvuðsheitum eru tær størru verkætlanirnar, sum verða umrøddar í almenninginum, so umsitur Landsverk nógvar aðrar uppgávur, ið kanska ikki fáa eins stóran ans, men kortini eru týdningarmiklar.

Tær stóru verkætlanirnar, sum natúrliga hava fingið stórt uppmerksemi, eru eitt nú Skúladepilin við Marknagil, um- og útbyggingin av Landssjúkrahúsinum, Fjøruvegurin í Leirvík og nýggja farleiðin til Viðareiðis.

Í seinastuni hevur almenna kjakið í stóran mun snúð seg um undirsjóvartunnilin millum Skálafjørðin og Sund, ella tann komandi Eysturoyartunnilin, ið er ein uppaftur størri og dýrari verkætlan enn framman fyri nevndu, men sum enn ikki er búgvin at fara undir. 

Vert er at leggja dent á, at Landsverk í sambandi við hesa verkætlan bert er fakligur ráðgevi og sostatt ikki eigur nakran lut í avgerðini um, hvørjum fíggjarligum leisti og ognarskapi, verkætlanin møguliga verður framd eftir.

Sum vegamyndugleiki fær Landsverk kortini stóran leiklut í sambandi við byggingina av Eysturoyartunlinum, eins og at hava eftirlit við tunlinum, tá ið hann er liðugur.

Nógvar aðrar verkætlanir eru framdar, eru framvegis í gongd ella liggja á tekniborðinum. Flestu av hesum eru umrøddar í Ársfrágreiðingini 2012-13, sum er hjáløgd her, har til ber at lesa nærri um farna árið, og hvat fer fram innan mongu virkisøkini hjá Landsverki.

Frágreiðingin kann lesast og síggjast her: Arsfrasogn 2013 Web.pdf(7,58 MB) 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder