Vinna

Árliga tiltakið Visit Faroe Islands sett í gongd

...

2018-04-27 12:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Árliga Visit Faroe Islands tiltakið byrjaði í gjár, hósdagin 26. apríl. Hetta er 13. árið á rað, at ferðavinnan í Føroyum bjóðar útlendskum ferðasmiðum til Føroyar, so tey sjálvi kunnu uppliva Føroyar sum ferðamál.

Eins og í fjør luttaka fleiri enn 50 umboð úr 18 ymiskum londum kring heimin, sum t.d. Onglandi, Týsklandi, Spania, Italia, Russlandi, Avstralia og USA. Tað áhugaverda við tiltakinum í ár, er, at ongantíð áður hava so nógvar føroyskar fyritøkur verið umboðaðar. Í ár eru 38 føroyskar ferðavinnufyritøkur, harav fýra eru heilt nýggjar innan ferðavinnu. Hesar eru Viking Events, MM Tours, Faroe Trekking og Faroe Tours. Til samanberingar kann sigast, at 30 føroyskar fyritøkur luttóku í fjør.

Visit Faroe Islands tiltakið er liður í arbeiðinum at víðka um talið av útlendskum ferðasmiðum, sum selja Føroyar. Allar royndir vísa, at besti háttur at gera hetta, er, at bjóða sølufólkum og ferðasmiðum til Føroyar, so tey sjálvi kunnu uppliva tað, sum Føroyar hevur at bjóða okkara gestum.

Tiltakið byrjaði í gjárkvøldið, tá ið umboð frá ferðavinnuni og útlendsku gestirnir hittust umborð á Norrønu. Í dag er verkstova í Norðurlandahúsinum, har útlendsku keypararnir hava høvi at hitta umboð fyri ferðavinnuna í Føroyum. Í kvøld er døgurði, har tey sleppa at uppliva føroyska mat- og tónleikamentan í Sjónleikarhúsinum. Leygardagin er útferð á skránni og gestirnir fara avstað aftur sunnudagin.

Atlantic Airways, Smyril Line og Visit Faroe Islands skipa fyri tiltakinum, sum ein samlað ferðavinna stendur aftanfyri.

Myndir eru viðheftar. Krediterast sum: Visit Faroe Islands

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder