2018-11-15 19:57

Arctic Voyager kemur um ein góðan hálvan tíma á Fuglafjørð har skipið skal landa svartkjaft. Arctic Voyager hevur henda túrin roynt eystur av Fugloyarbankanum.
Arctic Voyager hevur 1.300 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún í Fuglafirði.
Teir ætla at fara nýggjan túr í morgin.
Íslendsk, grønlendsk, polsk og hollendsk skip royna eisini eystur av Fugloyarbankanum, eisini er Næraberg har.
Tvey Íslendsk skip sigla til Íslands við fullari last av svartkjafti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald