Vinna

Arctic Voyager kom á Hvalba í morgun

...

2018-02-01 21:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Arctic Voyager, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri, kom á Hvalba í morgun við 1.200 tonsum av svartkjafti, teir liggja og bíða á Hvalba eftir landingartørni hjá Havsbrún, har teir sleppa framat fríggjakvøldið.

Vit tosaðu við skiparan - Mikkjal Hammer - hann segði, at teir gjørdu 3 tov, hann segði eisini, at nógvur svartkjaftur er at síggja sunnanfyri.

3 Íslendsk svartkjaftaskip koma á fiskileið sunnast í føroyskum sjógvi í kvøld, tey eru: Hoffell, Beitir og Gudrun Thrkelsdóttir. 5 føroysk skip eru á feltinum í kvøld, tey eru: Jupiter, Tróndur í Gøtu, Norðingur og Christian í Grótinum, eisini er Fagraberg ávegis suður á feltið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder