
Bjarni Petersen skipari á Arctic Viking skrivar:
Vit landaðu i Tromsø i farnu viku. Nei vit høvdu ein vánaligan túr.
Túrurin var i tveimum so tilsamans landaðu vit 250 ts, ein troyst var
tó at hetta var sera stórar rækjur.
Vit fiskaðu seinra leggið heilt norði a 82 gradum norðanfyri Franz J
Land, hetta er nokk tað norðasta nakað skip nakrantí hevur fiskað,
hetta er økið vit blivu vekkkoyrdir i 2015, men nu sluppu vit so aftur
og forvæntningarnir vóru stórir, men nei lort heldur , einki at faa.
Tað løgna var, at har var aldeilis ongin ísur og tempratururin lá um 0
gradir, vanliga skuldi nokk verið minus 30 gradir har nú og ísur, men
hetta er tendensurin hesis sístu árini har
Golfstreymurin sum sendir eina grein norðum Svalbard og Frans J Land
var sera sterkur, ja so sterkur at vit towaðu við vanligum trykki 3
míl um tíman eystureftir var ferðin bert 1,8 míl vestureftir, so tað
sigur eitt sindur.
Tá man liggur so norðalaga røkka satelittar als ikki hóast teir hanga
40 km yvir ekvator so eru teir undir horisontinum tá man kemur norð a
80 gradir , so man liggur uttan internet og radio, ja ikki ein gong
hoyrist Russiska útvarpið har, so hetta er næstan sum at fara á
lukkaða deild í fongsli.
So helst skal fiskaríðið verða sera gott at man tímir hatta. Men
alternativi hjá okkum er onki, tá náttin gerst til dag í
Barentshavinum hvørva rækjurnar antin upp í sjógvin ella niður í
mórina
Arctic Viking er so farin aftur á somu leið so vit hopa at okkurt
setir til har nú.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald