Vinna

Arctic Viking landar í Norður-Norra og í Hirtshals

...

2017-09-10 10:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Bjarni Petersen skipari á Arctic Viking skrivaði í morgun - hann er sera harmur um viðferðina russar geva føroyingum í Barentshavinum - Arctic Viking landar í Kárvika í Norður Norra í dag.

Vit hava 450 ts av rækjum, 350 ts er kókað og rest er rátt, sum vit landa i Norra. Tað kókaða fara vit til Hirtshals við

Vit høvdu 47 fiskidagar hendan túrin, sum er so sum so, men støddin er annars góð av Barentshavinum at verða

Vit eru 17 manns við vanliga.

Allan túrin hava vit ligið eystur ímóti Russisku grensuni norði a 76 gradum, tað sum serligt er við hesum er at Russisku rækjuleiðirnar eru umleið 40 sm frá har vit lógu, og sum øll vita so veit rækjan ikki at hvar greinsan er, so stóran part av túrinum var nógv betur fiskarí hinumegin ´´ ofta ella altíð er grasið grønari hinumegin´´

Men stóri trupuleikin er, at um vit ætlaðu yvir í so skulu vit sigla til tjekkpunkti sum er 400 sm suðureftir tvs 400 x 2 = 800 sm at sigla fyri at flyta 40 sm, ja trúgv tí ið vil, tá vit so einaferð mitt á túrinum fóru til tjekkpunkti, tá var ikki ein gong nokk við 400 sm , nei vit skuldu sigla heil eystur a 45E longd, tvs 300 sm aftrat hesum 400, so nei tá leyp kedan hjá mær av og vit slerdu av at fara.

So hetta er nokkso trupult hjá okkum at útnytta okkara kvotu hjá Russum - í mun til hvat teir gerða undir Føroyum, nei als ongin samanlíkning

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder