2018-08-23 17:36

Rækjutrolarin Arctic Viking, sum mikudagin hevði verið til fiskiskap í russiskum sjógvi í 14 dagar, hevði tá 265 tons av rækjum í lastini.
Teir hava roynt í landnyðring úr Loynikrókinum, har royna eisini 5 russisk skip.
Niklái Petersen, skipari á Arctic Viking, segði við JN.fo mikudagin, at tað er óvanligt hesa árstíðina, men hann helt, at teir helst kendu ov lítið til rækjuveiðu í russiskum sjógvi, men segði eisini, at teir hóast alt hava roynt í russiskum sjógvi í nøkur ár, men ongantíð júst á tí leiðini hesa árstíðina, har teir royna nú.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald