Vinna

Arctic Viking hevur bíðað eftir loyvi úr Russlandi síðan 12. desember

...

2017-12-30 23:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Arctic Viking landaði í Norður Norra12 .dec, síðan hava teir ligið og bíða eftir Russiska lisensinum, men hóast undirskrivaðog alt - kemur ONKI, so vit eru júst farnir út aftur, men til Svalbard ístaðin, men her er bara onki at fáa sigur siparin Bjarni Petersen við JN.fo.

Bjarni heldur fram - tað er einki skil í. Føroyar og Russland hava fyri 4 vikum síðan skrivað undir hesa avtaluna, so hóast tað bert burdi verið ein formalitetur, so kemur sjálvt lisensi ikki.

Nei, eg skilji ikki nógv av hesum, vanliga tá man skrivar undir eina avtalu, so gongur man út frá at hitt bert er ein formalitetur. Afturat hasum so er stór ólíkavekt í sømdunum hjá Russum, sum fiska undir Føroyum, teimum nýtist hvørki tjekkpunkt ella observatør umborð. sigur Bjarni Petersen.

Um vit t.d. skulu inn og russiskum sjógvi á einum túri, so mugu vit sigla eini 1.000 sm., meðan russar hjá okkum sigla direkta uttan nakað fjas.

Men eg havi gramt meg so nógv um hetta. at man tímir ikki meir. segðu Bjarni Petersen at enda í kvøld.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder