Vinna

Arbeiðsloysið eitt vet størri í mars

...

2018-05-29 08:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nýggj uppgerð av arbeiðsloysinum í mars vísir, at arbeiðsloysið er 2,3%.

Við síðstu uppgerð av arbeiðsloysinum fyri mars, sum varð kunngjørt fyri einum mánaði síðan, var talið av fulltíðararbeiðsleysum 610 fólk, árstíðarjavnað, svarandi til eitt arbeiðsloysi á 2,2%.

Tað vísir seg tó, at hetta talið fyri mars økist eitt vet frá 610 til 631 fólk, tá vit aftur gera mars upp nú ein mánað seinni. Tað er ikki tað stóra, men tó nóg mikið til at arbeiðsloysisprosentið fyri mars við nýggju uppgerðini broytist frá 2,2 til 2,3%. Hetta kemur av, at fleiri skrásetingar nú eru innkomnar fyri mars, sum ikki vóru við í uppgerðini fyri einum mánaði síðan.

Hyggja vit í tølini aftureftir, sæst, at tað gevur meira rættvísandi tøl, at nýggjasta uppgerðin verður gjørd góðar tveir mánaðir aftaná heldur enn ein mánað, sum higar til hevur verið gjørt. Tí tað vísir tað seg, at tá eru so at siga allar skrásetingar innkomnar og uppgerðin verður meira álítandi.

Tískil fara vit nú at broyta mannagongd, so at tølini fyri tann nýggjasta mánaðin verða gjørd upp og kunngjørd góðar tveir mánaðir seinni, og ikki sum nú longu mánaðin eftir.

Sum dømi um broytingina er fyrra talvan niðanfyri arbeiðsloysið fyri mars eftir nýggju uppgerðini nú síðst í mai, meðan tann seinna talvan er frá uppgerðini, sum varð gjørd fyri einum mánaði síðani. 

Nýggj uppgerð:

Sum tølini sóu út fyri einum mánaði síðani:

Dagførd og útgreinað hagtøl um arbeiðsloysi eru at finna í hagtalsgrunninum her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder