Vinna

Arbeiðsloysið 2,4% - sum í miðal alt árið

...

2017-10-21 10:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í september var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,4%, samanborið við 2,3% mánaðin frammanundan og 2,8% fyri einum ári síðani. Í alt ár hevur arbeiðsloysið sveiggjað millum 2,2 og 2,6%. Munurin millum kynini er óbroyttur, har tað nú er 2,1% hjá monnum og 2,7 hjá kvinnum. Í tali er fulltíðararbeiðsloysið 684 persónar í september í ár, tað eru 113 færri enn í september í fjør.

Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu tólv árini, eins og munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð, og árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum. Aftast í hesi grein er ein lýsing av hesum hugtøkum.

Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá september 2016 til september 2017, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.


Minst arbeiðsloysi í Eysturoy - nógv størst í Suðuroy 
Stórur munur er á arbeiðsloysinum í ymisku sýslunum:
- Minst er tað í Eysturoyar og Norðoya sýslum og í Norðstreymoy við 1,2% - 1,3%.
- Síðani 1,6% - 1,7% millum í Vága sýslum og Sandoyar sýslum.
- Nakað størri í Suðurstreymi við 2,5%.
- Nógv størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 5,7%, og tað er ein lítil hækking frá mánaðinum frammanundan, tá tað var 5,4%.

Í øllum sýslum uttan Vága og Sandoyar sýslum er arbeiðsloysi munandi hægri hjá kvinnum enn hjá monnum. Í Sandoyar sýslu er tað 1,3% hjá kvinnum, samanborið 6,4% í Suðuroy.

Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Norðstreymi, har tað bert er 0,7%. Hetta sæst av myndini niðanfyri.

 

Høga arbeiðsloysið í Suðuroy er ikki serstakt fyri hetta árið

Í samband við høga arbeiðsloysið í Suðuroy í ár hevur verið nevnd tann serliga støðan,  ið stóðst av eldsbrunanum á uppsjóvarvirkinum Varðanum Pelagic tann 9. juni, har virkið brendi niður. Men verður hugt eftir, hvussu arbeiðsloysið hevur verið í ymisku sýslunum síðstu 3-4 árini, sæst, at arbeiðsloysið í Suðuroy var hægri í fjør summar enn í ár. Samstundis sæst, at síðsta hálvtriðja árið hevur arbeiðsloysi í Suðuroy mánað fyri mánað ligið langt omanfyri arbeiðsloysið í hinum sýslunum.

 

Minst arbeiðsloysi hjá teim yngstu, størst hjá teim 25-34 ára gomlu
Minsta arbeiðsloysið er hjá teim yngstu monnum og kvinnum 16-24 ár, og eisini javnt lágt í øllum aldursbólkum oman fyri 35 ár. Men ein aldursbólkur skilir seg nógv burturúr við nógv størsta arbeiðsloysinum: tað eru tey 25-34 ára gomlu og har serliga kvinnurnar. Ein lutfalsliga stórur partur av hesum eru skrásett sum arbeiðsleys eftir forsorgarlógini.


Um árstíðarjavning
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Trý mát: rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíð, og árstíðarjavnað
Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru íroknað skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni.
- Hetta eru tey, sum eru rakt av arbeiðsloysi, og her telja øll líka, líka mikið hvussu lítið ella nógv tey eru arbeiðsleys í tíðarskeiðinum.
- ??t frá skrásetta talinum av arbeiðsloysistímum verða tey í ALS umroknað til fulltíðararbeiðsleys, t.v.s. arbeiðsleys allar 40 tímarnar í vikuni. Tey, sum ikki eru í ALS men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru øll roknað sum fulltíðararbeiðsleys.
- Síðan verður eisini roknað eitt árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum (sí meir um árstíðarjavning niðast í greinini).

Dagførdu arbeiðsloysistølini eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder