Vinna

Arbeiðsloysið 2,2% fimta mánaðin á rað

...

2018-05-03 09:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í mars var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,2%, eins og tað hevur verið í allan vetur. Í tali vóru tað 610 fulltíðararbeiðsleysir  persónar í mars í ár, tað eru 57 færri enn sama mánað í fjør. Munurin millum kynini er minkaður eitt vet og er nú 1,9% hjá monnum og 2,5% hjá kvinnum. Minsta arbeiðsloysið er í Norðstreymi og Norðoya sýslu við 1,5%, og tað mesta er í Suðuroy við 5,0%.

Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu fjúrtan árini, eins og munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð, og árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum. Aftast í hesi grein er ein lýsing av hesum hugtøkum.

Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá mars 2017 til mars 2018, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.

Arbeiðsloysið minkaði hjá kvinnum og vaks hjá monnum 
Tá arbeiðsloysið av álvara fór at minka eftir fíggjarkreppuna, minkaði tað nógv skjótari hjá monnum enn hjá kvinnum, og lutfalsliga er munurin heldur vaksin síðstu tvey árini ??? tó síðani ársskiftið hevur verið øðrvísi: her er arbeiðsloysið hjá kvinnum minkað úr 2,7 niður í 2,5%, meðan tað er vaksið hjá monnum úr 1,7 upp í 1,9%.

Minst arbeiðsloysi í Norðstreymi og Norðoyggjum ??? mest í Suðuroy 
Meðan Suðuroyar sýsla skilir seg burturúr við nógv tí størsta arbeiðsloysinum, er ikki so stórur munur millum allar hinar sýslurnar:
- Minst er tað í Norðstreymi og Norðoya sýslu við 1,5%, Vága sýslu við 1,6% og Sandoyar sýslu við 1,8%.
- So er eitt lop upp til Eysturoyar sýslu við 2,2% og Suðurstreym við 2,5%.
- Nógv størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 5,0%. Tað hevur annars verið fallandi, frá tí tað var hægst síðsta summar við 6%, men leyp nú upp aftur á 5%.

Í flestu sýslum er arbeiðsloysið munandi hægri hjá kvinnum enn hjá monnum, uttan í Vága og Sandoyar sýslum, har tað er nakað hægri hjá monnum.

Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Norðoyggjum, har tað bert er 1,1%, og hinvegin er tað hægsta hjá kvinnum í Suðuroy við 5,6%.

Broytingin í arbeiðsloysinum í sýslunum  
Í øllum sýslum er arbeiðsloysið minkað hetta 12-mánaðar skeiðið ??? uttan í Eysturoyar sýslu, har tað er ein munandi hækking úr 1,7 upp í 2,2% og Suðuroy, har tað er vaksið úr 4,2 upp í 5,0%. Størsta minkingin er í Sandoy úr 3,0% niður 1,8%. 

Síðstu árini er arbeiðsloysið sum heild minkað munandi. Tó hevur fallið verið ójavnt í ymisku sýslunum og sveiggjandi, ikki minst í Sandoyar sýslu. Suðuroyar sýsla er tó í eini serstøðu, har tað eru ógvislig sveiggj í arbeiðsloysinum, samstundis sum tað liggur langt oman fyri støðuna í landinum annars. 

Javnt lágt arbeiðsloysi í øllum aldursbólkum yvir 35 ár
Javnt minsta arbeiðsloysið við 1,9 ??? 2,0% er í øllum aldursbólkunum yvir 35 ár. Tað er munandi hægri hjá teim yngstu 16-24 ára gomlu við 2,9%. Og enn hægri hjá aldursbólkinum 25-34 ára gomul við 3,5%, har tað er serliga høgt hjá konufólkunum við 4,6%. Ein lutfalsliga stórur partur av hesum 25-34 ára gomlu eru skrásett sum arbeiðsleys eftir forsorgarlógini.

Um árstíðarjavning
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Trý mát: rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíð, og árstíðarjavnað
Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru íroknað skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni.
- Hetta eru tey, sum eru rakt av arbeiðsloysi, og her telja øll líka, líka mikið hvussu lítið ella nógv tey eru arbeiðsleys í tíðarskeiðinum.
- ??t frá skrásetta talinum av arbeiðsloysistímum verða tey í ALS umroknað til fulltíðararbeiðsleys, t.v.s. arbeiðsleys allar 40 tímarnar í vikuni. Tey, sum ikki eru í ALS men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru øll roknað sum fulltíðararbeiðsleys.
- Síðan verður eisini roknað eitt árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum.

Dagførdu arbeiðsloysistølini eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder