Vinna

Arbeiðsfólk til Sørvágs kommunu

...

2018-01-10 13:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Søkt verður eftir arbeiðsfólki at byrja skjótast gjørligt.


Arbeiðsfólkið skal fyri tað mesta arbeiða innan viðlíkahald, reinhald

og fríðkan av kommununi.

Vit vænta av tær at tú:

??? Ert røsk/raskur, ábyrgdarfull/ur, nærløgd/nærlagdur og røkin.
??? Hevur góð samstarvsevnir.
??? Klárar at arbeiða sjálvstøðugt.
??? Dugir væl at loysa uppgávur.
??? Hevur eyga fyri umhvørvinum.

Setanartreytir:
??? Starvið er tímalønt og setanarviðurskiftini og løn verða sambært sáttmála millum KAF og Føroya

Arbeiðarafelag


Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu verða okkum í hendi innan hósdagin 25. januar 2018 kl. 1200 og skulu sendast til:

Sørvágs kommunu
Varðagøta 8
FO-380 Sørvági
[email protected]

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til arbeiðsformannin á telefon 23 32 14.
________________________________________________________________________________
Í Sørvágs kommunu eru bygdirnar Sørvágur, Bøur, Gásadalur og Mykines.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder