- Vit kunnu tíverri staðfesta, at verandi tøkni, ikki lýkur tey krøv og ynski, ið vit hava til slíka skipan. Tí mugu vit nú eftirmeta, um hetta er rætta skipanin. Tað sigur Regin Marnersson, stjóri í Próvstovuni, eftir at tøknin sveik til undanlandsroyndina hesa vikuna.
Endamálið við landsroyndum
og próvtøkum er at hava skipaða eftirmeting av førleikunum hjá næmingunum í
lesing, skriving, rokning og náttúruvísund so sum fólkaskúlalógin eisini sigur.
- Tað var eitt rætt stig
at taka at talgilda royndirnar. Nógv fólk hava gjørt eitt stórt arbeiði, so at
vit í felag røkka endamálinum við royndunum. Tí er tað harmiligt og ávirkar
nógv fólk, tá tøknin svíkur, staðfestir Regin Marnersson.
Próvstovan hevur í eina
tíð kannað, hvussu royndir og próvtøkur tøkniliga kunnu loysast øðrvísi. Ein
arbeiðsbólkur undir landstýriskvinnuni er komin við nøkrum tilmælum, og
Próvstovan hevur saman við Námi arbeitt víðari við, hvussu landsroyndir og
talgildar próvtøkur kunnu fyriskipast, so tøknin ikki setir dagsskránna, men hjálpir at loysa uppgávuna.
- Hetta eftirmetingararbeiðið
er í fleiri liðum og tekur tíð, um mann vil gera arbeiðið ordiligt. Í komandi
viku vita vit, hví tøknin sveik hesa vikuna og kunnu greiða landsstýriskvinnuni
frá hesum, og tá taka vit eisini neyðug stig og gera neyðugar tillagingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald