Hóskvøldið 19. mai kl. 21.00 bjóða VisitVágar og Vága Tónleikarafelag til eina heilt serliga konsert í Listastovuni í Miðvági. Hetta kvøldið trínir nevniliga ein av mæstastu, kvinnuligu tónleikarum vit eiga her á landi pallin. Kvinnan, talan er um er Annika Hoydal.
Á skránni hóskvøldið verða umframt nýggj løg av nýggju útgávu hennara, Endurljós, eisini eldri klassikarar. M.a Aldan, ið tað neyvan finst nakar føroyingur, sum ikki kennir. Tekstin til Alduna skrivaði Gunnar Hoydal, lagið eigur Annika sjálv.
Nýggja tónleikaútgávan hjá Anniku Hoydal, Endurljós, ið varð givin út í sambandi við 70 ára føðingardag hennara í november er á tremur við takksemi. Fløgan er samstundis ein jubileumsútgáva, nú fimti ár eru liðin síðan Annika Hoydal byrjaði tónleikaligu leið sína. Takksemið streymar gjøgnum úgávuna. Takksemið yvir lívið ??? tað dýra undrið, sum okkum var givið, men eisini yvir poesi, tónleik og allar tær mongu upplivingar, sum lívið gav. ??tgávan er fjølbroytt í stíli, summi løg hava okkurt føroyskt vísukent yvir sær, meðan onnur fara dansandi avstað undir heitari sól. Onkrir sangir eru vakrir inniligir og rørandi, meðan aðrir eru burleskt skemtiligir. Sjálvt um fleiri eldri sangir verða nýtulkaðir er talan als ikki um nakað afturlítandi farvæl, tvørturímóti. Annika Hoydal er í betri venjing enn nakrantíð. Hennara sterka og reina rødd ljómar vøkur og sterk, bæði tá hon syngur sínar sangir, sum fyri langari tíð síðani eru vorðin fólkaogn, og tá hon ber fram spildurnýggju løgini, sum hon hevur skrivað til tekstir hjá bróðrinum, Gunnari Hoydal.
Á palli saman við Anniku í Listastovuni í Miðvági verða Jógvan Dahl, Bartal Augustinussen, Magnus Johannesen, Per Ingvald Højgaard, Torleik Mortensen og Angelika Nielsen
Dyrnar lata upp kl. 20.00. Kostnaður 250,-. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo ella keypast á VisitVágar á flogvøllinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald