Tað var í gjárkvøldi at Geytavirðislønin varð handað, átta filmar vórðu við í kappingini.
Andrias Høgenni vann Geytan fyri filmin "Ikki illa meint", tað var Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu sum handaði Geytan og virðislønina sum var kr. 30.000.
Julia í Kálvalíð fekk áskoðaravirðislønina fyri filmin "Omman" tað var Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevndini, ið handaði Juliu í Kálvalið virðislønina, sum var kr. 25.000.
Filmarnir sum vóru í uppskoti:
12. Leikstjórar:Hanna Davidsen og Mikkjal Davidsen.
Góðastova.Leikstjóri:Maria Guldbrandsø Tórgarð
Omman. Leikstjóri:Julia í Kálvalíð
Ikki illa meint. Leikstjóri:Andrias Høgenni
Julians Stigi. Leikstjóri:Atli Brix Kamban
Annika. Leikstjóri:Heiðrik á Heygum
Tyggigummi. Leikstjóri:Gudmund Helmsdal
Et visit. Leikstjóri:Sára Wang
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald