2017-12-19 16:46
Heilsutrygd hevur sett Anders Vedelsbøl í starv sum kommunulækna í Vága læknadømi.
Anders Vedelsbøl nam sær embætisprógv innan læknafrøði í 2006 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í 2012. Størsti parturin av serlæknaútbúgvingini varð tikin í Føroyum. Hann hevur virkað sum kommunulækni í Keypmannahavn, umframt at hava røkt avloysarastørv sum kommunulækni í eitt nú Klaksvík, Tórshavn og á Sandoynni. Í 2015 virkaði hann sum deildarlækni í kriminalforsorgini í Keypmannahavn. Seinastu tvey árini hevur Anders Vedelsbøl verið kommunulæknaavloysari í Vága læknadømi.
Anders Vedelsbøl tekur við starvinum í Vága læknadømi 1. mars 2018
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald