Á tíðindafundi fyri løtu síðani, skrivaðu Anders Poulsen og HSF undir ein sáttmála, at Anders verður nýggjur venjari hjá føroyska hondbóltungdóminum.
Tað var í 2013, at HSF byrjaði arbeiði við úrvalsvenjing fyri ungdómin, tá Flemming Oliver Jensen var settur í starv. Men sáttmálin við Flemming er ikki longur í gildið, og er tað nú Anders ið skal taka sær av partinum, at menna ungdómin.
Anders er 46 ára gámal, og býr í Keypmannahavn, og hevur í mong ár arbeitt við hondbólti. Hann hevur undirvíst í hondbólti og kropsligari venjing á KIES, Københavns Idrætsefterskole, í átta ár. men arbeiðir nú á Ítróttarskúlanum í Oure. Anders er serfrøðingur í kropsligari venjing, og hevur júst tað økið verður eitt fokusøki fyri føroyskan hondbólt næstu árini.
HSF og P/F Magn skrivaðu eisini undir avtalu á tíðindfundinum í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald