Mentan

Amerikanski sendiharrin setur Faroe Pride

...

2016-07-12 17:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Amerikanski sendiharrin, Rufus Gifford, luttekur í ársins Pride skrúðgongu og setur árliga tiltakið, sum í ár endar mitt á Vaglinum. Umframt ókeypis konsert við Frændum, 200, norskum LGBT kóri og øðrum, so verða Ársins Hinskynd heiðrað á pallinum og Ársins Róland Virðislønin verður latin. Í ár fer fagnaðurin av broyttu hjúnabandslógini væntandi at seta sín dám á hátíðarhaldið.

Nógv er broytt síðan fyrstu Pride skrúðgonguna í Føroyum í 2005. Hetta er árliga tiltakið, har samkynd, tvíkynd, tvørkynd og teirra hinkyndu stuðlar fáa møguleika at gera vart við seg, vísa at tey eru til, og at tey eru errin av at vera til. Hetta er samstundis eitt tiltak, ið heiðrar ymisleikan hjá øllum føroyingum og setur fram ynski um einar rúmligari Føroyar, har líkarættur er galdandi fyri allar borgarar.

Sendiharrin hjá Barack Obama luttekur í skrúðgonguni
Amerikanski sendiharrin fyri danska kongaríkið, Rufus Gifford, og maður hansara, Dr. Stephen deVincent, koma á almenna vitjan í Føroyum. Í hesum sambandi fara hann, maðurin og fylgi m.a. at luttaka í sjálvari Pride skrúðgonguni. Síðan fer sendiharrin hjá amerikanska forsetanum, Barrack Obama, at seta ársins Pride við at halda røðu á Vaglinum - ein heiður sum fyrrverandi borgarstjórin í Reykjavík, Jón Gnarr, og núverandi borgarstjórin í Havn fyrr hava havt. Í fjør var tað Marjun Bæk, prestur, sum setti Pride.

Barack Obama hevur verið ein dyggur stuðul hjá altjóða LGBT rørsluni og hevur ynskt at vísa sín stuðul við m.a. at seta fleiri opnar samkyndar sendiharrar kring heimin. Eitt nú í Spania, Avstralia, Vietnam, Dominikanska lýveldinum og so Danmark, Grønlandi og Føroyum.

Rufus Gifford hevur vitjað í Føroyum fyrr og er eisini kendur frá sjónvarpsrøðini ???Eg eri sendiharrin???, sum hevur verið at sæð á KVF og DR3. Rufus Gifford var við til at savna met nógvar pengar inn til forsetavalið í 2008, sum Barack Obama vann.

Skrúðgonga og ókeypis konsert
Faroe Pride skrúðgongan byrjar mikudagin 27. juli kl. 16.00. Eins og undanfarin ár, fer mannamúgvan at hoyrast og síggjast aftur, og ætlanin er veruliga at seta lit á Havnina henda seinnapartin í juli. Skrúðgongan er ikki einans ætlað LGBT-limum, men øllum føroyingum, ið ynskja eitt rúmligari og meira fjølbroytt samfelag, sum gevur pláss og javnrætt til allar sínar borgarar.

Byrjað verður við Tórsvøll kl. 16.00, har skelti, fløgg, ballónir og annað litfagurt tilfar verður deilt út til luttakararnar. Síðan verður gingið oman gjøgnum miðbýin, har endað verður mitt á Vaglinum. Har verður skipað fyri stórari ókeypis konsert og familjuvinarligum undirhaldi. Tey luttakandi á ársins konsert verða: Frændir, 200, norskt LGBT kór og onnur. Ársins Hinskynd verða heiðrað á pallinum og Ársins Róland Virðislønin verður latin. Stóra tivoliøkið hjá Tórshavnar Ítróttaráð á Skálatrøð letur somuleiðis upp í samband við Pride og er opið til á miðnátt.

Fotoframsýning í Norðurlandahúsinum
Norðurlandahúsið skipar samstundis fyri fotoframsýning í samband við Pride og gevur út bókina ???Teir og Tær - Bitar úr gerandisdegnum???. Bókaframløga og fernisering verður mánadagin 25. juli kl. 17.00.

Hóast samkynt samlív er vorðið ein vanligur partur av føroyska samfelagnum, er hetta ikki so sjónligt í tí dagliga. Samkynd pør hava ein gerandisdag, júst sum onnur - ein gerandisdag við arbeiði, børnum, vøggustovu, frítiðarlívi, heimalívi - og annars øllum tí, sum eitt vanligt samlív bjóðar og krevur. Við sínum myndatóli hevur Edvard Nyholm Debess yvir eitt longri tíðarskeið verið saman við átta samkyndum pørum, har hann við sínum sigandi og erligu fotomyndum vísir okkum glopp og bitar úr teirra gerandisdegi.

Fagna broyttu hjúnabandslógini
Túsundtals føroyingar hava undanfarin ár luttikið á Faroe Pride. Hesi fólk hava kravt javnrættindi fyri allar føroyingar, og eitt nú at føroyska hjúnabandslógin verður dagførd. Eftir tógvið stríð samtykti meirilutin í løgtinginum í vár at javnseta samkynd við hinskynd í føroysku hjúnabandslógin. Hesin sigur verður m.a. fagnaður við ársins Pride.

Men bardagin fyri fullum javnrættindum í Føroyum er tó langt frá komin á mál. Enn eru nógvir bardagar at berjast og mismunir at vísa á. LGBT Føroyar heitir tí á allar føroyingar, ið ynskja eitt fjølbroyttari, rúmligari og javnrættari Føroyar um at møta fjølment upp til Faroe Pride 2016 ??? til gaman og til álvara.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder