Ítróttur

Alvi 2:08.98 í 200 blandað á HM 2015

...

2015-08-05 17:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Alvi Hjelm royndi seg í morgun í 200 metra blandaðari svimjing, tá ið hendan grein varð svomin á HeimsMeistarastevnuni 2015 í Kazan í Russlandi.

Og tað gekk bara heilt gott - Alvi megnaði at betra nógv um sítt persónliga met, við at svimja 2:08.98 nú í mun til hansara til nú bestu tíð á 2:10.81 frá Danish Open í mars mánaða. 

Alvi hevur við metinum í morgun skjótastu tíð í Føroyum á hesum teini. Magnus hevur svomið skjótari, men hann er fluttur til Danmarkar, so í løtuni svimur Magnus ikki til føroyskar kappingar.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder