JN

Altjóða diabetesdagurin

...

2014-11-12 20:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv frá Diabetesfelag Føroya

Altjóða diabetesdagurin

Fríggjdagin 14. november verður altjóða diabetesdagurin hildin fyri 23. ferð, og í ár er tað heilsugóður kostur og diabetes ið stendur á breddanum.

Tað var í 1991, at altjóða diabetesfelagsskapurin, IDF, saman við heimsheilsufelagsskapinum WHO, gjørdi av at gera 14. november til merkisdag fyri diabetes, tí fleiri og fleiri fólk kring allan heim fingu staðfest diabetessjúkuna. Dagurin 14. november varð valdur, tí tað er føðing­ar­dagurin hjá Frederick Banting, sum var ein av undangongumonnunum í granskingini at framleiða insulin. Í 2006 góðkendi ST altjóða diabetesdagin, og á ST-topfundi í 2011 samdust tey 193 ST-limalondini um eina felags fráboðan ímóti diabetes og øðrum ikki smittandi sjúkum. Ban Ki-Moon, ST-aðalskrivari, hevur sagt, at diabetessjúkan er ???ein spakuliga vaksandi hóttan móti fólkaheilsuna???. Hetta er ikki at gera ov nógv av. 7. hvørt sekund doyr eitt fólk av diabetes onkustaðni í heiminum. Í dag hava 382 milliónir fólk í heiminum diabetes, harav 90 % diabetes-typu 2. Hetta svarar til 8,3% av øllum heimsins íbúgvum millum 20 og 79 ár. Í Føroyum hava um 3000 fólk diabetes.

Blái ringurin

Tá ið ST í 2006 samtykti at útnevna 14. november til altjóða diabetesdag, varð eisini ein ringur í bláu litunum gjørdur til altjóða búmerki hjá diabetesdegnum. Blái ringurin er altjóða merki fyri diabetes og tí er altjóða diabetesliturin bláur. Blái ringurin er merkið fyri altjóða diabetesdagin og vísir á samanhaldið í altjóða diabetesfelagsskapinum. Tvørtur um allar mentanir myndar blái ringurin lív og heilsu. Blái liturin er himmalliturin, sum sameinir allar tjóðir, og sum eisini er liturin í ST-merkinum. Siður hevur verið á hvørjum ári at lýsa kend hús v.m. við bláu litunum. Í ár verður Hoyvíkar kirkja lýst við bláa litinum í samband við diabetesdagin.

Hvat er á breddanum?

Tað er altjóða diabetesfelagið IDF, sum ásetir, hvørji evni skulu setast á breddan á diabetesdegnum. Í tíðarskeiðnum 2014 til 2016 er evni heilsugóður kostur og diabetes. Og í ár skal evni verða ???hin heilsugóði morgunmaturin.

Diabetesfelagið frammanfyri Tjaldurs Apotek

Sjálvan diabetesdagin, fríggjadagin 14. november, verður Diabetesfelag Føroya at hitta í millumgongini í SMS framman fyri Tjaldurs Apotek, har høvið verður hjá fólki at máta blóðsukur, eins og fólk kunnu royna eina diabetesrisikotest. Eisini verður upplýst um diabetes sum heild. Tiltakið framman fyri Tjaldurs Apotek byrjar kl.10.

Almennur diabetesfundur í Hoyvíkar kirkju

Í sambandi við altjóða diabetesdagin verður Hoyvíkar kirkja lýst við bláa ST-litinum í viku­skiftinum, og leygardagin 15. november kl. 10 skipar Diabetesfelag Føroya fyri almennum diabetesfundi í kirkjukjallaranum. Heiti á fundinum verður ???Hin heilsugóða morgun­máltíðin???. Felagið bjóðar morgunmat og Poula Patursson, cand. scient., dietistur, heldur fyrilestur um hina heilsugóðu morgunmáltíðina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder