Tíðindaskriv frá Vinafelagnum Føroyar-Ísrael:
Í kalendaranum stendur 27. januar sum ???Altjóða dagur til minnis um Holocaust???. Eisini her í Føroyum er hesin dagur vorðin minnisdagur um fólkadráp og Holocaust.
Einaferð um árið kunnu vit støðga á og lata tankarnar leita umleið 75 ár aftur í tíðina, tá ið ræðuleikarnir í Seinna heimsbardaga leikaðu á, og tað seinni frættist, at umleið 6 milliónir sakleys menniskju, tey flestu jødar, vóru fyribeind í Evropa, í skipaðum fólkadrápi, sum ikki hevur sín líka.
Seinni heimsbardagi kostaði eisini okkum føroyingum nógv, tá ið vit hugsa um, at upp í móti 200 av okkara sjómonnum lótu lív av krígsávum.
??ll vóru tá á einum máli um, at slíkur ræðuleiki mátti ikki endurtaka seg. Felagsskapurin ST varð stovnaður at tryggja frið í heiminum, men ivasamt er hvussu tað hevur eydnast.
Tíverri eru fleiri ógvislig fólkadráp hend síðan Seinna heimsbardaga, og henda enn í dag.
Vinafelagið Føroyar-Ísrael hevur í nøkur ár skipað fyri minningarhaldi, so at vit ikki skulu gloyma henda serliga minnisdag.
Komandi hóskvøld 26. januar kl. 19.30 verður minningarhald í ??STR??M á Skálatrøð í Havn.
Rani Skaalum, Elsa og Róland í Skorini fara at hugleiða um evnið: ???Fólkadráp ??? Holocaust og bjargingarfólk???.
Rani, Elsa og Róland eru øll lærarar ið hava nomið sær kunnleika um hetta serliga evnið.
Bárður Tindskarð og ???Tey á Váli??? fara at syngja nakrar sangir.
??ll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið í ??strøm hóskvøldið, (inngongd omanfyri).
Vinafelagið Føroyar-Ísrael
les meira á shalom.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald