Mentan

Alt um Summarfestivalin

...

2017-08-09 18:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klaksvik.fo: Her hava vit savnað ymiska kunning um skráir, ferðslu og upplatingartíðir í samband við Summarvikuna og Summarfestivalin.

Sum upphiting til Summarfestivalin skipa Klaksvíkar Kommuna og Summarfestivalurin fyri tiltakinum Summarvika, har øll eru vælkomin til ymisk spennandi og stuttlig tiltøk gjøgnum alla vikuna.
Skráin fyri Summarvikuna finnist niðanfyri.

Í samband við Summarfestivalin er ferðslan í miðbýarøkinum umskipað nakað, og kommunala bussleiðin er óvirkin. Harumframt steðga bussarnir hjá Bygdaleiðum ikki á Sandinum hesa vikuna, men í staðin steðga bussarnir á Borðoyavík og á Varpabrúnni.Kunngerðin um ferðslubroytingarnar finnist niðanfyri.

Upplatingartíðir í býnum hesa vikuna:
Svimjihøllin
Mánadag: 06.45 - 08.45
Týsdag: 06.45 - 19.00
Mikudag: 06.45 - 17.00
Hósdag: 06.45 - 17.00
Fríggjadag: 06.45 - 19.00
Leygardag: 09.00 - 10.00 (pensjónistar) og 10.00 - 17.00
Sunnudag: 08.00 - 10.00 og 14.00 - 16.00

Norðoya Kunningarstova
Mánadag til fríggjadag: 09.00 - 17.00
Leygardag: 10.00 - 14.00

Norðoya Fornminnisavn
Mánadag til fríggjadag: 13.00 - 16.00

Summarlist
Í Posthúskjallaranum
Mánadag til leygardag: 13.00 - 16.00

Á loftinum í Kunningarstovuni
Mánadag til fríggjadag: 10.00 - 16.00
Leygardag: 10.00 - 14.00

Christianskirkjan
Mánadag til fríggjadag: 10.00 - 16.00

Bókasavnið
Mánadag til fríggjadag: 13.00 - 18.00
Leygardag: 10.00 - 13.00

Klaksvíkar kommuna ynskir øllum eina góða Summarviku og ein góðan Summarfestival

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder