Mentan

Almenn móttøka

...

2017-06-20 16:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í samband við at Hanus Joensen fer frá sum skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum, verður skipað fyri hátíðarhaldi í skúlanum í Kongagøtu (við Grasagarð) hósdagin 22. juni 2017, kl. 14:00 ??? 17:00.

Fráfarandi skúlastjóri tók læraraprógv í 1974, fekk starv í Felagsskúlanum á Oyrarbakka og tók seinni fleiri leiðsluútbúgvingar. Frá 1981-1997 var hann fyrstilærari í Kollafirði og frá 1997 til 2014 skúlastjóri í Tórshavnar Kommunuskúla.

1. januar 2015 vórðu Venjingarskúlin og Kommunuskúlin lagdir saman, og Hanus gjørdist stjóri í nýggja skúlanum og tók samstundis á seg avbjóðandi uppgávuna at sameina skúlarnar.

Skúlin á Fløtum er sera fjølbroyttur skúli við umleið 770 næmingar við fleiri eindum. Lopfjølin, ið heldur til í Margarinfabrikkini, er partur av skúlanum, og tað er Dímunar skúli eisini.

Harumframt er nógv annað serstakt, ið bjóðað verður fram: Eitt nú fótbóltsskúli, sertilboð í Gula skúla, Litir í Leiki (tónleikatilboð), kreativ skriving, fjarlestur o.a.

Tað, sum hevur eyðkent leiðslustílin hjá Hanusi, er opinleiki fyri nýggjum møguleikum, íverksetan, kveikjan og kreativitetur.

Sigast kann, at Skúlin á Fløtum gongur á odda á fleiri økjum, leiðslan hevur við hepnari hond sett út í kortið og hevur saman við fjøltáttaða starvsfólkahópinum lagt lunnar undir ein spildur nýggjan skúla.

Innan talgildu tøknina t.d. byrjaði tað fyri fleiri árum síðani í Kommunuskúlanum við Vitaneti og elektroniskari protokollføring. ??kið er í støðugari menning og hevur flutt seg til talgildar bøkur, skúlaútvarp og virkna heimasíðu o.a.

Tónleikaundirvísingin hevur lutvíst verið um netið, við lærara sitandi í Helsinki, og alla tíðina verður roynt at finna nýggjar, haldbarar loysnir á talgilda økinum.

??ll eru hjartaliga vælkomin í skúlan í Kongagøtu hósdagin kl. 14 - 17.

Miðlabólkurin í Skúlanum á Fløtum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder