2017-09-16 19:28
Kvívíkar kommuna skrivar:
Ein stór hending var í dag í Kvívíkar kommunu, tá ið Bátahylurin á Válinum var tikin í nýtslu. Albin Funn, sum er elsti maður á Válinum skarð tráin av, og løtu seinni sigldu teir nógv spentu bátaeigarar inn í hylin.
Eftir hetta helt Heri Müller borgarstjóri talu. Hann fegnaðist um, at bátahylurin nú var tikin í nýtslu, og somuleiðis greiddi hann frá, at tað gongur rættuliga væl í kommununi. Fólkatalið er støðugt økt, og er í dag ein bíðilisti uppá 27 fólk, sum vilja hava grundøkið í kommununi. Somuleiðis eru skattainntøkurnar vaksandi.Eftir hetta helt ??li Hans Olsen formaður í teknisku nevnd talu, har hann fegnaðist um at bátahylurin nú bleiv tikin í nýtslu.
Fyri at hátíðarhalda dagin saman við borgarunum bjóðaði kommunan til ein leskiligan bita í róðrarneystinum á Válinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald