Vinna

Akraberg siglir heim av roktúri

...

2018-06-30 08:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Frystitrolarin Akraberg er farin at sigla heim við 900 tonsum av frystum og 400 tonsum av slógvi, sum teir hava í tangunum.

Akraberg hevur gjørt ein roktúr, teir fóru úr Føroyum 31. mai, teir verða væntandi heima mitt í komandi viku.

Teir hava hendan túrin fiskað í russiskum sjógvi.

Manningin telur 24 mans, skipari er Erland Olsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder