Vinna

Akraberg fór nýggjan túr í dag

...

2018-01-02 22:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Frystitrolarin Akraberg fór av Fuglafirði seinnapartin í dag, teir hava sett kós norðuryvir og skulu fiska í Barentshavinum.

Akraberg hevur toska- og hýsukvotu í Barentshavinum, teir skráskera fiskin og frysta hann umborð.

Tað eru 24 mans við Akraberg hendan túrin, skipari er Eyðun á Bergi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder