Vinna

Akraberg er komin heim úr Barentshavinum

...

2017-12-15 14:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Akraberg, sum hevur verið til fiskiskap í russiska partinum av Barentshavinum, kom fyri løtu síðan á Fuglafjørð.

Teir hava 900 tons av avhøvdaðum fiski og 400 tons av slógvi, slógvi verður landað til Havsbrún, enn er ikki greitt hvar tann frysti fiskurin verður landaður, men helst verður tað í Ánunum, tí goymslurnar í Fuglafirði eru um at verða fullar.

Fyrra partin av túrinum var Eyðun á Bergi skipari, teir skiftu manning á túrinum og tá varð Erland Olsen skipari.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder