Vinna

Akraberg er komin á fiskileið í russiskum sjógvi

...

2018-10-24 14:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Akraberg er komin á fiskileið í russiskum sjógvi, teir koyrdu trolið út fyri løtu síðan.

Vit á JN.fo tosaðu umborð við skiparan Erland Olsen úr Rituvík, hann segði at bara eitt føroyskt skip afturat teimum var í russiskum sjógvi, tað var Gadus, men hann var eysturi ígjógnum.

Akraberg hevur fingið eina stóra umvæling í Spania, teir hava sandblást lastina og tað nógva av skipinum og annars pussað upp allastaðni, so skipið sær næstan út sum nýtt, segði skiparin Erland Olsen.

Tað eru 24 mans við hendan túrin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder