Kvívík:
Leygardagin 17. septembur kl. 15:30 verður ein áhugaverd gospelkonsert í Kvívíkar Kirkju. Tá fer danska kórið Absolute Gospel Singers við Lindu Andrews sum kórleiðara at hava konsert, og
á klaverið spælir Markus Lindel, sum er ein av bestu og kendastu klaverleikarum í gospeltónleiki í Danmark.
Á skránni hjá kórinum verða kendir gospelsangir, men eisini nýggir, sum m.o. Israel Houghton og Kurt Carr hava gjørt.
Linda Andrews, ið sum kunnugt er úr Havn og fyri nøkrum árum síðani vann X-Factor-kappingina í Danmark, hevur sjálv stovnað Absolute Gospel Singers. Kórið hevur m.a. sungið saman við Rasmus Seebach og hevur verið við í Danish
Music Award og X-Factor, og hevur eisini verð við til 100 ára tiltak í Operuni í Keypmannahavn, har Margreta drotning eisini var við.
Tey fara eisini at syngja í Hoyvíkar kirkju, Cristianskirkjuni, Skála kirkju og Eiðis kirkju.
Absolute Gospel Singers hava tey seinastu árini verið við í ymiskum sjónbandaløgum, og seinast hava tey verið við í sangunum ???Born Again In Your Eyes??? og ???Fix You???.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald