Nes Kommuna skrivar:
Á Tollaksmessu andaðist Malla Berg Olsen á Toftum, 104 ára gomul. Malla var elsta fólk í Føroyum nú hon andaðist.
Malla Berg Olsen, ið var fødd 3. februar 1915, var ættað úr Fornanum við Gjógv, uppvaksin ??ti á Rætt á Nesi og Á For. Foreldrini vóru ??li Berg úr Heimaru Lon við Gjógv og Anna Sophie Magnina, f. Hansen, uttan av Rætt á Nesi.
Malla giftist Bernhardi Olsen úr Køkinum á Toftum. Bernhard doyði í 1991, 78 ára gamal og sat Malla sostatt einkja í 28 ár. Malla og Bernhard fingu 6 børn, Anni, Judith, Julaina, Oddvør, Sólbjørg og Karl, sum doydi í 2013, bert 61 ára gamal.
Til Malla var 97 ár, búði hon einsamøll í heiminum á Toftum, til hon flutti á sambýlið Vesturskin á Toftum, har hon hevur búð síðani.
Hóast tað bilaði við sjónini og hoyrnini seinnu árini, var Malla klár og og fylgdi væl við øllum líka til tað síðsta, og var hon m.a. við til árliga jólaborðhaldið, sum skipað var fyri á Vesturskin 2. des 2019.
Tá Malla bleiv 100 ár, var stórt hátíðarhald á Toftum. Um morgunin heilsaðu børnini í Tofta skúla við sangi og seinni um dagin var stórt hátíðarhald í Missiónshúsinum Tabor á Toftum, har Malla í nógv ár var við til at hava sunnudagsskúla.
Fleiri myndir frá 100 ára hátíðarhaldinum kunnu síggjast í myndasavninum á hesi heimasíðu.
Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni sunnudagin, 29. desember, kl. 13.00. Minnisgáva kann latast sunnudagsskúlanum Tabor a Toftum, konta í Bank Nordik.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald