HSF.fo skrivar: Aganevndin hevur gjørt úrskurð í málinum um leikara hjá Kyndli, sum ikki hevði spæliloyvið í lagi til fyrsta dystin í kappingarárinum móti Team Klaksvík.
Málið uppstóð eftir at Kyndil, fríggjadagin eftir dystin, bað umsitingina hjá HSF um, at fáa flutt loyvið úr Viborg HK. Umsitingin gjørdi vart við, at leikarin hevði leikt undanfarnað vikuskifti, hareftir Team Klaksvík mótmælti óregliseminum.
Aganevndin vísir á, at sambært kappingarreglunum hava feløgini sjálvi treytaleysa skyldu til at tryggja sær, at ein leikari hevur leikrættindi fyri felagið. Er hetta ikki yvirhildið, er leikarin at rokna sum ólógligur, hareftir liðið tapir dystin. Við hesum er Team Klaksvík vinnari av dystinum við málmuninum 0-0. Tað hevur so við sær at Team Klaksvík, kemur ájavnt við KÍF og StÍF, sum øll nú hava 4 stig. Kyndil dettur so niður á aftasta pláss, við 3 stigum.
??rskurðurin kann lesast í heilum líki her Aganevndin ??? Avgerð viðvíkjandi leikara í A101
VÍF nýtti somuleiðis ein ólógligan leikara í fyrsta umfari av 1. deild. Talan var um dyst A202 StÍF ??? VÍF. VÍF verður somuleiðis dømt at tapa hendan dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald