Vinna

Aftursvar til Pól Huus

...

2018-11-16 09:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Aftursvar til Pól Huus viðvíkjandi veiðuvirðinum hjá pelagiska flotanum frá 2008 til og við 2017.

Lat okkum fara til fakta í hesum málið.

Veiðuvirðið á uppisjóvartilfeingið er munandi økt tey seinastu 9 árini.

Í 2008 var veiðuvirði á makreli 93 mió, meðan í 2017 var tað 716 mío, nærum 7 falda eftir 9 árum.

Í 2008 var veiðuvirði á sild 211 mió, meðan í 2017 var tað 363 mió, nærum 1,7 faldan eftir 9 árum.

Í 2008 var veiðuvirði á svartkjafti 209 mió, meðan í 2017 var tað 493 mió, nærum 2,4 faldan eftir 9 árum.

Í 2008 var veiðuvirði á lodnu 20 mió, meðan í 2017 var tað 80 mió, nærum 4 faldan eftir 9 árum.

Hvat er tað samlaða veiðuvirðið økt hesi seinastu 9 árini innan tað pelagiska.

Jú, veiðuvirði er økt úr 534 mió. til 1,6 mill. nevnliga 1,1 mill.

Gøtu samtakið: Í 2008 varð sølan 241 mió, meðan í 2017 varð sølan 474 mío, nærum 2. falda eftir 9 árum.

Chr. Í Grótinum samtakið: Í 2008 varð sølan 138 mió, meðan í 2017 varð sølan 406 mío, nærum 3. falda eftir 9 árum.

Fagraberg samtakið: Í 2008 varð sølan 110 mió, meðan í 2017 varð sølan 236 mío, nærum 2,2. falda eftir 9 árum.

Næraberg samtakið: Í 2008 varð sølan 21 mió, meðan í 2017 varð sølan 324 mío, nærum 15,5. falda eftir 9 árum.

Pauli Trond Petersen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder