2016-08-22 13:03
Tíðindaskriv
Í mong ár eru børn úr India ættleidd til Føroyar.
Í 1999 vitjaði leiðarin fyri barnaheimið BalVikas Jaisita Panigrahi í Føroyum, og hitti børnini sum vóru ættleidd frá BalVikas og familjur teirra.
28 august kemur Jaisita Panigrahi aftur til Føroyar at vitja í eina viku.
Nú nógv av børnunum eru vorðin vaksin, gleðir hon seg at hitta tey aftur.
Mikukvøldið 31 august verður skipað fyri indiskari Buffét í Skótahúsinum við Løkin í Runavík, har øll ættleidd úr India saman við familju og vinum eru hjartaliga vælkomin. Kostanaður fyri hvønn kr. 150,00
Tilmelding áðrenn sunnudagin 28 august.
Anna Maria fartlf 509910
Alis fartlf 291022
Leila fartlf 218315
Vinarliga,
BalVikas vinir í Føroyum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald