2018-08-15 21:01
Góðu næstingar!
Boðað verður frá ættarstevnu fyri eftirkomarunum hjá Jacobinu,
sum var úr Gomlustovu í Sørvági, og Zachariasi, sum var úr
húsunum Norðan fyri Garð í Sandavági. Tey giftust inn Norðan
fyri Garð 17. September í 1865 og fingu 11 børn. Hann var tá
løgtingsmaður, og nøkur ár seinni gjørdist hann eisini
sýslumaður í Vágum.
Nakrir eftirkomarar, sum eru komin væl upp í árini, hava eina tíð
tosað um at fáa eina ættarstevnu í lag, og hava spurt seg so
mikið fyri, at tey vita, at áhugi er fyri tiltakinum. Tey minnast
nógv av hesum systkjunum, longur er tað ikki síðani.
Nú trákkast tey eisini eftir at síggja tey ungu ættarliðini. Vónandi
taka tey yngru væl undir við hesum. Hugsið tykkum, at vit kunnu
vera saman, tey elstu, sum hava kent fólk, sum eru fødd beint
eftir 1850, og tey yngstu, sum nú eru umleið 15 ár, sum fara at
síggja tey, sum verða fødd stutt fyri 2100, um tey liva, til tey
verða elligomul.
Tí senda vit tykkum hetta brævið, og heita á tykkum um at
tekna tykkum til samkomuna, sum verður í ítróttarhøllini á
Giljanesi 15. september 2018.
Heitt verður á øll, ið eru fylt 14 ár, um at tekna seg skjótast til
ber, og í seinasta lagi 1. september.
Meldið til við at flyta pening á konto í BankNordik 6460 581.940.9 og viðmerkið vinarliga nøvn á teimum, sum luttaka.
Skráin er ikki løgd enn, men verður send út, tá ið tekningin er
liðug. Sum áður nevnt kunnu tit tekna tykkum til samkomuna
fram til 1. september, prísurin fyri hvønn persón er 380,- kr.
Vit gleða okkum at síggja ein stóran skara av skyldfólki og
makum.
Við frændakvøðu: Ninna og Dánjal Petur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald