2019-12-01 09:44
Absalon Absalonsen verður aftur í Meg minnist í dag kl. 14.15. Tá hann hevði tikið realprógv í Vági, fór hann til skips við nýkeypta trolaranum Fiskanesi. Honun var hann við, til hann fór á skiparaskúla. Einaferð fingu teir eina minu í trolið í Grønlandi. Í januar 1959 vóru teir illa staddur á Kappanum. Absalon var bestimaður á línubátinum Jógvani á Gørðunum fyrra partin í 60unum. Seinni førdi hann grønlendskan línubát og eitt skifti Borgina hjá garðamonnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald