Mentan

September ??? ein spennandi filmsmánaður

...

2017-09-05 21:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

So var september her, og nevndin í Føroysk Filmsfólk fegnast um, at hesin av sonnum kann kallast ein filmsmánaður.1. september var freistin til seinna umsóknarumfar hjá Filmsgrunninum, og spennandi verður at síggja, hvørjarverkætlanir koma á skrá og gerast veruleiki. 

Føroyskir filmsdreymar við havið 

Týsdagin 5. september, ber til at síggja eitt úrslit av stuðlinum úr Filmsgrunninum, tá undanfrumsýning avspælifilminum hjá Sakarisi Stórá, Dreymar við Havið, verður í Norðurlandahúsinum. Dagin eftir, mikudag 6. sept, eralmenn frumsýning í Filmsfelagnum í Havnar Bio. Fyrsta sýning varð útseld eftir einum degi, og tí ræður um at skundasær at keypa atgongumerki.Tað er sera gleðiligt og forkunugt, at føroyingar aftur sleppa í biografin at hyggja eftir føroyskum filmi - Hetta fer atkoma oftari fyri framyvir, nú verulig gongd er komin á føroysku filmsvinnuna.(Sí meir á www.bio.fo) 

Minnilutafilmar fyri øll 

Hósdagin 7. september til sunnudagin 10. september, er føroyski filmfestivalurin, Faroe Islands International MinorityFilm Festival, í Perluni í Havn. Stigtakarin, Nadia Abraham, er fødd og uppvaksin í Føroyum, hevur ein pápa úrPalestina, og er tað, ið kallast queer. Tí hevur hon mangan upplivað, hvussu tað er at vera partur av einum minniluta íFøroyum. Hetta hevur fingið hana at taka stig til hendan upplýsandi filmfestivalin. Sigast má, at her verður lagt upp tileitt stórt brak av einum festivali. ??keypis faldari kann avheintast í Perluni - ?? honum sæst, at alskyns sýningar og tiltøkverða hesar dagarnar. Fleiri av útlendsku fólkunum handan filmarnar luttaka í pallsamrøðunum, sum eru eftir einstøkusýningarnar, har áskoðarin eisini fær høvi at seta spurningar.(Sí skrá á fimff.fo og keyp atgongumerki á reinsariid.fo) 

Spurningar og sparring 

Nevniliga hetta at seta spurningar, práta og at sparra er av stórum týdningi, og fríggjadagin 15. september kl. 20.00verður mánaðarligi sparringsfundurin hjá Føroyskum Filmsfólki. Fundurin er í Ostahúsinum, omanfyri Perluna. Hermøtast limir og filmsáhugaði til eitt hugnaligt prát um filmsverkætlanir og film sum heild ??? ??ll eru vælkomin! 

Fleiri filmsdagar 

Mikudagin 20. september til sunnudagin 24. september, skipar Filmsfelagið, á triðja sinni, fyri tiltakinum, Filmsdagar ífelag. Við Birgir Kruse og Ole Wich á odda, hevur Filmsfelagið funnið nýggjar altjóða filmar, sum verða sýndir íHavnar Bio. Talan er um virðisløntar filmar, sum hava fingið sera góð skoðsmál uttanlands. Eldrabio og Barnabioverður eisini á skránni.(Sí skrá og alt um tiltakið á https://cl.ly/3s1R082U1Z37)

 Barbara 20 ár seinni 

?? ár eru 20 ár liðin, síðani filmurin Barbara varð frumsýndur í Føroyum. ?? hesum sambandi hevur víðagitni leikstjórinNils Malmros, saman við Nordisk Film, tikið stig til eina endur-frumsýning á ársdegnum, sum verður í Havnar Bio,hósdagin 28. september kl. 19.00.Vit gleða okkum og eggja øllum til at møta fjølment til hesi fantastisku filmstiltøk í september! 

Við filmskvøðu,Nevndin, Føroysk Filmsfólk

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder