Mentan

Á ísraelsferð við Svenning í 40 ár

...

2017-07-18 10:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í sambandi við at Svenning av Lofti hevur verið ferðaleiðari í Ísrael í 40 ár, verður føroysk-ísraelsk fagnaðarløta í Norðurlandahúsinum 31. juli.

40 ár eru liðin, síðani Svenning av Lofti byrjaði at skipa fyri regluligum bólkaferðum til Ísraels. Umframt at vera fyriskipari hevur hann flestu ferðirnar sjálvur verið ferðaleiðari.

Fyrsta ísraelsferðin hjá Svenningi sum ferðaleiðari var í 1977. Tá var hann ferðaleiðari saman við Adriani Johansen av Strondum. Men fyrsta ferð hansara í Ísrael var longu í 1973. Tí ferðini skipaðu Adrian Johansen, heimamissiónstrúboðari av Strondum og Petur Háberg fyri. Hetta var fyrsta bólkaferðin, ið varð gjørd úr Føroyum til Ísraels. Hesi mongu ár síðani hevur Svenning skipað fyri útvið hálvthundrað ferðum hagar.

Síðani 1977 hava einir 2.500 føroyingar ferðast við Svenningi til Ísraels, seinnu mongu árini undir heitinum ???Lofti ferðir???. Nakrir av ferðabólkunum hava verið rættiliga stórir. Í 2010 varð skipað fyri ísraelsferð við Ebenezerkórinum. Tá taldi ferðalagið 89 fólk. Sonurin Marner var tá við sum ferðaleiðari. Í ferðabólkunum hava verið fólk úr øllum samkomum og kirkjum í landinum umframt føroyingar búsettir í Danmark og aðrastaðni.

Ferðirnar hava verið fjølbroyttar. Skipað hevur verið fyri páskaferðum, summarferðum, ferðum til Leyvsaluhátíðina ??? og ikki minst tær væl umtóktu jólaferðirnar.

Svenning fegnast um, at hann hesi árini hevur víst so mongum landsmonnum Ísrael og er so takksamur fyri, at hann er komin trygt heimaftur við øllum ferðafólkunum. Svenning hevur altíð lagt stóran dent á tryggleika, somuleiðis at øll skulu kenna somu umsorgan á ferðunum, og verða sjóðað saman í einleika og kærleika.

Umframt at hetta er eitt fagnaðarár hjá Svenningi av Lofti sum ferðaleiðari í Ísrael, so hátíðarheldur Ísrael fimmti ára sameining Jerúsalems í 2017.

Á føroysk-ísraelska fagnaðarkvøldinum í Norðurlandahúsinum verður forkunnug framførsla við fólkatónleikarabólkinum Gulaza úr Ísrael. Ebenezerkórið, Heini Lützen, Marner av Lofti og onnur fara eisini at spæla og syngja, og føroyingar og útlendingar fara at taka orðið.

Atgongumerki verða seld á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum. Møguligt avlop av atgongumerkjasøluni, fer til føroysku deildina av altjóða kristnu sendistovuni í Jerusalem, ICEJ Føroya Deild (International Christian Embassy Jerusalem).

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder