JN

Á fjalli á Slættanesi - myndir

...

2014-10-29 23:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sandavágsmenn vóru í dag á fjalli á Slættanesi - klippingafjall- teir hava bíða eftir líkindum í fleiri dagar, í morgun hildu teir avstað - dagurin eydnaðist væl, gott veður á landi og alt gekk væl í hond. Eisini eydnaðist tað væl á sjónum, tá ið gamli postbáturin ??lavur, við feðgunum Alfred og Karmal umborð kom út á Slættanes millum kl. 13 og 14 í dag, tá var tikið somikið úr sjónum, at Alfred avgørdi at legga at á Slættanesi. 

Áðrenn kl. var 15 løgdu teir at á Oyrargógv, við øllum seyðinum umborð.

Miðvingar vóru eisini í klipping á Uttanhús í dag, nú eru øll fjøllini gingin bæði í Sandavági og Miðvági.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder