14 verkætlanir fáa filmsstuðul í seinna umfari í 2019. Inn komu 15 umsóknir.
Stuðulin hesaferð er á 833.600 kr. tilsamans og verður latin ymiskum verkætlanum, sum fevna víða ??? talan er um alt frá hugskotsmenning til framleiðslu og um bæði spælifilmar, stuttfilmar og heimildarfilmar.
Søkt var um tilsamans 1.514.468 kr.
Hesi standa fyri verkætlanunum, sum fingu stuðul í seinna umfari í 2019:
Umsøkjari: | Játtað: |
Trygvi Danielsen | 132.000 kr. |
Julia í Kálvalíð | 103.600 kr. |
Johan Rimestad | 103.000 kr. |
Rói Davidsen | 100.000 kr. |
Torfinnur Jákupsson | 88.000 kr. |
Heri í Ravnagjógv | 60.000 kr. |
Búi Egason Dam | 42.000 kr. |
Katrin Joensen-Næs | 33.000 kr. |
Theresa Jákupsdóttir | 32.000 kr. |
Sakaris Stórá | 32.000 kr. |
Franklin Henriksen | 31.000 kr. |
Franklin Henriksen | 26.000 kr. |
Jóhan Martin Christiansen | 26.000 kr. |
Zacharis Hammer | 25.000 kr. |
Verkætlanin ???111 góðir dagar??? við Trygva Danielsen fekk størstu stuðulsupphæddina á 132.000 kr. í hesum umfari. Talan er um ein spælifilm í fýra pørtum. Í stuttum viðger verkætlanin tað sosiala og eksistensiella einsemið í modernaðu tilveruni. Og stigtakarin sjálvur sigur, at ???111 góðir dagar??? sameinir svartan humor og menniskjasligt innlit til eina kensluliga dygdaruppliving, ið føroyskir filmsáskoðarar tráa eftir at fáa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald