
Hagstovan:
Tað vóru 23.150 gistingar í ferðavinnuni fyrsta ársfjórðing í ár. Tað eru 8% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør og umleið 3.500 fleiri enn sama tíðarskeið í 2015, tá sólarmyrkingin var. 42% av gistingunum vóru hjá ferðafólki úr Føroyum, 29% úr Danmark, 25% úr øðrum europeiskum londum og tey síðstu 4% uttan fyri Europa.
Tað er vert at hava í huga, at hendan uppgerðin av gistingarhagtølum fevnir ikki um tann gistingarháttin, ið verður nevndur ???airbnb???, tí Hagstovan hevur ikki atgongd til upplýsingar um gistingar av hesum slag.
Aftast í greinini verður lýst, hvat ein gisting og ein innskriving fevna um.
Myndirnar omanfyri og niðanfyri vísa mánaðarliga mynstrið bæði í gistingum, t.v.s. tali av gistinætum, og í innskrivingum, t.v.s. tal av persónum, ið verða innskrivað til at gista. Her er tað ein javnur brattur vøkstur frá ársbyrjan til tað kemur í hæddina í juli, og síðani minkar líðandi aftur móti ársenda.
Myndirnar vísa eisini, at fyri hvørt ár síðani 2013, tá farið varð undir hesar skrásetingarnar, liggur mánaðarliga talið oman fyri talið sama mánað árið frammanundan, og vísir harvið ein støðugan vøkstur samanlagt ár fyri ár. Merkisvert er eisini, at fyrsti ársfjórðingur í ár liggur væl oman fyri fyrsta ársfjórðing 2015, tá sólarmyrkingin var, og talið av gistingum gjørdi eitt rættiligt lop uppeftir.
Flestu gistingar hjá fólki úr okkara egna landi
Fyrsta ársfjórðing vóru nógv tær flestu gistingarnar, 42%, hjá føroyingum sjálvum, t.v.s. hjá fólki, sum búgva her í Føroyum, og síðani hjá fólki úr Danmark við 29%. Onnur norðurlond standa fyri 13% av gistingunum, og onnur europeisk lond standa fyri 12% av gistingunum. So er eitt langt lop niður til teirra, ið koma úr londum uttan fyri Europa, t.e. Asia, Amerika, Kyrrahavslond og Afrika við tilsamans 4%.
Í talvuni niðanfyri eru gistingarnar býttar eftir teim einstøku londunum, har ferðafólkini búgva. Umframt úr Føroyum og Danmark, ið sum nevnt eru langt ovast við tilsamans stívliga 70%, koma tey úr nógvum ymiskum londum um okkara leiðir, so sum Íslandi, Týskland, Svøríki, Noregi og øðrum londum víða um í Europa.
Hvat er ein gisting og ein innskriving
Viðvíkjandi uppgerðarháttinum, so verður ein gisting tald sum hvør einstøk nátt, ið ein persónur gistir á gistingarstaði, ið skrásetir og letur Hagstovuni upplýsingar um gistingar. Í hagtølunum eru eisini innskrivingar, t.e. tal av fólki, sum skriva seg inn í gistingarhús, íbúð og hús, kamping ella ból og bita. Sum nevnt ber ikki til hjá Hagstovuna at fáa upplýsingar um gistingar umvegis ???Airbnb???, heldur ikki ábendingar um, hvussu nógv hesin gistingarháttur vindur uppá seg og skeiklar myndina av gistingarvinnuni í Føroyum.
Dagførd og útgreinað gistingarhagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald