Mentan

77 cm. long reyðsprøka er fiskað á Kollafirði

...

2016-08-28 19:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fyri tíð síðan skrivaðu portal.fo um eina reyðsprøku, sum varð fiskað á Vestmanna 10 august, tað skuldi verða tann størsta, sum er fiskað í Føroyum - ella Evropa-met, hon var 74 cm long og vág 5,4 kg. - les HER.

Vit hava nú fingið at vita, at tann 25. november í 2011, tá fiskaði Zacharias Thomassen í Kollafirði eina reyðsprøku, sum var 77 cm long og vág 5,7 kg, so Evropa-metið liggur í Kollafirði saman við veðratáttinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder