JN

555 fólk fleiri enn somu tíð í fjør.

...

2014-11-14 21:33 Author image
placeholder

 31. august var fólkatalið 48.605, og eru tað 555 fólk ella 1,2% fleiri enn um somu tíð í fjør. Fólkavøksturin kemur av, at í tólvmánaðarskeiðnum frá 1.sept. 2013 til 31. aug. 2014 var eitt burðaravlop á 251 og ein nettoflyting til Føroya á 331 fólk. Aftrat koma rættingar aftureftir á -27 fólk.

Stór broyting er í flytingini millum Føroyar og útlond. I nevnda tíðarskeiði sept. 2013 til aug. 2014 var ein tilflyting á 1530 fólk, meðan 1199 fólk fluttu av landinum.  Í sama tíðarskeiði árið frammanundan var tilflytingin 1411 fólk og fráflytingin 1557. Tilflytingin er sostatt økt við 119 og fráflytingin minkað við 358.

 

Burðaravlopið veksur eisini nakað ??? frá 227 til 251 ??? men tað er fram um alt vøksturin í nettotilflytingini sum er atvoldin til tann stóra fólkavøksturin.
Nettoflytingin er úrslitið av flyting til landið og flyting av landinum. Tað er bæði ein vøkstur í tilflytingini men serliga ein minking í fráflytingini, sum ger stóru nettotilflytingina.

 

 

Størsti fólkavøksturin var í Tórshavnar økinum við 345 fólkum, meðan Streymoyar sýsla annars minkaði við 15 fólkum (her er tað serliga Hósvík, ið dregur niður við 28 fólkum í minking).         
Eftir Streymoyar sýslu var størsti vøksturin í Eysturoyar sýslu við 160 fólkum. Í Sandoyar sýslu minkaði fólkatalið við 11.

Innlendis flytingin er samanlagt ein nettoflyting á 81 fólk til Tórshavnarøkið og samsvarandi fráflyting á 81 fólk úr øllum hinum økjunum.

 


Í kommununum vaks fólkatalið í 14 teirra og minkaði í 15. Størsti fólkavøksturin var í Tórshavnar kommunu við 331 fólkum, Eystur við 76, Klaksvíkar við 48, Runavíkar við 46, Vestmanna við 32, Vága við 29, Vágs við 21 og Hvalbiar kommunu við 19 fólkum. Lutfalsliga var størsti vøkstur í Eystur kommunu við 4,0%

Í kommunum, har fólkatalið minkaði, var tað tó ongastaðni við meir enn 11 fólkum.
 

 


Tá talan er um oyggjarnar, eru tað Eysturoy og Streymoy, sum við tilsamans 491 fólkum taka meginpartin av samlaða fólkavøkstrinum á 555 fólkum fyri alt landið. Hinar oyggjarnar við nevniverdum vøkstri eru Borðoy, Vágoy og Suðuroy. Mest minkar í Sandoy við 12 fólkum. ??toyggjarnar halda tørn so dánt, men Stóra Dímun fer úr 9 upp í 10 fólk. 

 

Dagførd og útgreinað tøl eru tøk í hagtalsgrunninum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder